Grønland fingið samgongu

Grønland fær eina nýggja samgongu við trimum flokkum. Forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, boðaði í gjárkvøldið frá, at flokkurin hevði gjørt av at skipa samgongu saman við Atassut og tí nýggja flokkinum Partii Inuit.

Teir tríggir flokkarnir hava 18 av teimum 31 sessunum í Landstinginum, og fríggjadagin fara teir at kunngera, hvør skal umboða teir í landsstýrinum.

Fráfarandi landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, sum nú verður andstøðuleiðari, segði í einari viðmerking til avgerðina hjá Siumut, at hann og flokkurin, IA, høvdu gjørt alt fyri at fáa eina breiða samgongu.