Tørvurin á einum næmingaheimi er íkomin, eftir at verkfrøðiútbúgvingar nú í nøkur ár hava verið í Sisimiut. Útbúgvingin er eitt samstarv millum kjarnuna fyri arktiska tøkni við DTU (Danmarks Tekniske Universitet) og tekniska skúlan í Sisimiut. Talan er um eina útbúgving, sum er skraddaraseymað til tørvin hjá teimum lesandi í Grønlandi.
Higartil hevur tilgongdin av lesandi verið darvað av, at trupult var at finna hóskandi íbúðir. Men nýggja næmingaheimið við 42 íbúðum, loysir trupulleikan, tá tað ætlandi stendur liðugt í august 2008.