Grønland fær korona-kuvøsu

Danska verjan fer nú til Grønlands við einari korona-kuvøsu til flutning av møguligum sjúklingum við covid-19.

 

 

 

Hóast talið av korona-smittaðum í Grønlandi í fyrsta umfari bara gjørdist 11, og øll nú eru vorðin frísk aftur, so fer danska verjan nú til Grønlands við einum sonevndum moduli til flutning av covid-19 sjúklingum, um ein nýggj smittubylgja skuldi tikið seg uppaftur.

Endamálið við kuvøsuni - einari Epi-Shuttle, sum hon eisini verður rópt - er, at møguligir korona-sjúklingar skulu kunna flytast úr ymisku bygdunum í Grønlandi. Ætlanin hjá verjuni er, at korona-kuvøsan skal kunna flytast við S-61-tyrluni hjá Air Greenland.

Sermitsiaq.ag skrivar, at Danmark er til reiðar at hjálpa Grønlandi, um korona-smittan í einari møguligari nýggjari útbreiðslu, tá landið verður latið upp aftur, aftur verður rakt av korona. 

Sagt verður, at danska stjórnin, heilsumyndugleikarnir og verjan saman við grønlendska heimastýrinum hava lagt eina ætlan um, hvussu danir kunnu hjálpa Grønlandi, um trýstið á grønlendsku heilsuskipanina verður ov stórt í einari nýggjari útbreiðslu av smittu.

Á flogstøðini í Karup á Jútlandi verður í hesum døgum arbeitt við at flyta eina korona-kuvøsu til Grønlands. Ein slík kuvøsa er ein flutningskassi ti covin-19 sjúklingar, soleiðis at hesir kunnu flytast við tyrlu ella flogfari - uttan at vandi er fyri, at sjúklingurin spjaðir smittu.