Royal Greenland hevur nú eftir eina innanhýsis navnakapping gjørt av, hvussu nýggjasti trolarin hjá felagnum skal eita. Tað eru starvsfólk hjá felagnum, sum hava latið inn uppskot um navn, og valið fall á navnið ”Avataq”.
Merkingin er veiðibløðra ella kanska veiðibjólgur – "fangstblære" á donskum – sum áður varð brúkt av veiðimonnum til at krøkja upp í fongin, so hann ikki sakk.
Sambært ætlanini verður trolarin liðugur í endanum av 2019, og hetta er ein rættiliga nútímans trolari, sum bæði skal fiska rækjur og svartkalva.
Longdin á skipinum er 83 metrar, og breiddin er 18 metrar. Soleiðis verður nýggi trolarin hin higartil størsti hjá Royal Greenland.
Vinnarin av navnakappingini hjá Royal Greenland verður við til almennu navngevingina av nýggja trolaranum, sum verður í Nuuk í endanum av 2019 ella í byrjanini av 2020.