Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, undirskrivaðu í dag eina avtalu, ið skal hjálpa grønlendska landsstýrinum at byggja nýggjar flogvøllir í Nuuk Og Ilulissat. Avtalan hevur eitt virði á 1,6 milliardir krónur. Tað skrivar KNR.
Tað hendir aftaná, at danska og amerikanska stjórnin hava harðliga mótmælt, at Grønland undangóðkendi stóru kinesisku byggifyritøkuna Communications Construction Company til at bjóða upp á verkætlanirnar. Kinesiska fyritøkan var ein av seks fyritøkum, ið bleiv undangóðkend. Danir og amerikanarar stúrdu fyri, at kinesiska byggifyritøkan hevði tilknýti til kinesisku stjórnina og kundi vera eina hóttan móti trygdini í arktiska økinum.
Loysnin bleiv sostatt, at danir sjálvir veita ein part av fíggingini av flogvøllunum, men talan er um eina umstrídda loysn. Partii Naleraq boðaði í gjárkvøldið frá, at teir ikki tóku undir við, at danskir pengar skuldi fíggja verkætlanina og tóku seg tískil úr samgonguni, meðan Lars-Emil Johansen, fyrrverandi formaður í stjórnarflokkinum Siumut, hevur kallað avgerðina at lata danir fíggja ein part av flogvøllunum fyri eitt stórt bakkast fyri sjálvstýrisrørsluna.
Sambært KNR, so vóru umleið 70 fólk eisini uttanfyri Hans Egedes Hus og mótmæltu, tá ið avtalan bleiv undirskrivað. Mótmælisfólkini gingu við skeltum, ið skýrdu avtaluna fyri hjálandaræði og kallaðu landsstýrisformannin fyri einaræðisharra.
Avtalan inniber, at danska stjórnin eigur 33,3 prosent av flogvøllunum í Nuuk og Ilulissat. Afturfyri rindar danska stjórnin 700 milliónir krónur til verkætlanirnar. Harumframt veitir danska stjórnin Grønland eitt lán upp á 450 milliónir krónur við lágari rentu og veitir garanti upp á 450 milliónir krónur, so at Grønland kann fáa eitt gott lán frá Nordiske Investeringsbank.
Harumframt verða 220 milliónir krónur settar av til ymisk endamál, ið skulu skapa nýggjar íløgur, verkætlanarmenning og nýggj arbeiðspláss í Grønland.
Tilsamans er kostnaðurin av verkætlanini mettur av vera 3,6 milliardir krónur.