Grønland eigur at fáa endurgjald fyri veðurlagsbroytingarnar

Tað heldur í hvussu er tann nýstovnaði fiski- og veiðimannaflokkurin

Á vitjanini í Grønlandi fyri nøkrum døgum síðani máttu Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og José Manuel Baroso, ES-nevndarformaður, ásanna, at tann veksandi hitin á Jørðini hevur størri ávirkan í Grønlandi enn aðrastaðni.

 

Júst tí eiga grønlendingar at fáa endurgjald fyri veðurlagsbroytingarnar, sigur tann nýstovnaði fiski- og veiðimannaflokkurin Aalisartut Piniartullu, sum nú fer runt landið at savna undirskriftir fyri kravinum. Tær skulu so sendast ES og ST.

 

-Tað er eingin ivi um, at tann mannaskapta dálkingin í ídnaðarlondunum hevur vanlukkuligar avleiðingar fyri grønlendska samfelagið, sigur formaðurin í nýggja flokkinum, Leif Fontaine, við útvarpið í Nuuk.