- Nú verður bara neyðsynjarflúgving úr Danmark til Grønlands. Tað merkir, at fram til 12. januar verður ikki flogið við ferðafólki til Gønlands, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen. Stongsulin verður galdandi fram til 12. januar.
Men, eftir hin 12. januar kunnu í mesta lagi 150 ferðafólk aftur verða við á hvørji flogrutu úr Danmark til Grønlands. Ferðafólk, sum hava ferðaseðil til Grønlands í januar, skulu seta seg í samband við korona-skrivstovuna í Grønlandi.
Endamálið við at steðga ferðafólkaflúgving úr Danmark til Grønlands í hesum tíðarskeiði er ein roynd at byrgja uppfyri smittuútbreiðslu úr Danmark, samstundis sum Grønland innanhýsis verður hildið opið.
Sambært grønlendska landslæknanum, Henrik L. Hansen, er ein orsøk til nýggju tilmælini, at danska heilsuverkið er undir so hørðum trýsti í løtuni. Í Grønlandi stúra tey nevniliga fyri, at um Grønland fær týðandi smittuútbreiðslu, kann tað gerast trupult at fáa hjálp úr Danmark.
- Møguleikin at flyta sjúklingar úr Grønlandi til Danmarkar í nærmastu framtíð kann gerast ógvuliga trupul, og Grønland kann koma í eina støðu, har tað snøgt sagt ikki er pláss fyri grønlendskum sjúklingum í danska heilsuverkinum, sigur landslæknin.