Venjarin hjá danska fótbóltsfelagnum FCK heldur, at harða leikskráin hjá hansara spælarum sæst aftur, og hann heldur, at spælararnir nú hava brúk fyri vetrarferiu. FCK hevur verið í Europa League, liðið spælir nógvar dystir í heimligu kappingini, og summir spælarar eru við á landsliðum eisini.
- Tað sær út, sum nógvir av spælarunum eru troyttir nú, og spurningurin er, um vit hava orku til allar hesar dystir. Jesper Grønkjær líkist til dømis einum 60 ára gomlum manni at enda í dystinum í dag, segði Ståle Solbakken.