Grønir skuggar á ferð

Havnar Sjónleikarfelag ferðast nú við "Ferðini til teir grønu skuggarnar". Í kvøld er sýning á Oyrabakka

Havnar Sjónleikarfelag sýnir í kvøld leikin "Ferðin til teir grønu skuggarnar" í Eydnuni á Oyrabakka.

Finn Methling hevur skrivað leikin, sum Jytte Joensen leikar. Eyð Matras hevur leikstjórnað.

Leikurin er um eitt kvinnulív frá vøggu til grøv og fekk hann rós, tá hann varð leiktur í Sjónleikarhúsinum í Havn fyri jól.


Í Sumba og Nólsoy

Leygardagin 20. mars verða tvær sýningar í bygdarhúsinum í Sumba. Í Nólsoy verður sýning leygardagin 27.mars. Eisini ber til at bíleggja sýning við at venda sær til Havnar Sjónleikarfelag