Umhvørvi
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í hesum døgum og fram til 18. desember verður veðurlagið og varandi orka eitt sera nógv umtalað evni, í samband við veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn.
Hóast tað ikki er vist, um Føroyar verða nevndar í nýggju veðurlagsavtaluni, sum eftir æltan skal gerast í Keypmannahavn, eru vit hóast alt eitt sindur grøn til tíðir.
Á heimasíðuni hjá SEV kann tú fylgja við, hvussu býtið av el-framleiðsluni er í løtuni, og hvussu hon hevur verið heilt aftur til 19. januar 2007.
Farna vikuskiftið hevur verið rættiliga grønt, hvat el-framleiðslu viðvíkur.
Leygardagin vóru bert 23 prosent av el-framleiðsluni úr olju, meðan vatn stóð fyri heili 64 prosentum og vindur fyri 14 prosentum av framleiðsluni. Sunnudagin vóru 25 prosent av el-framleiðsluni úr olju, meðan 63 prosent vóru framleidd úr vatni og 13 prosent úr vindi.
Seinastu vikuna hevur framleiðslan sum heild verið sera grøn, og hava vatn og vindur verið nýtt til størsta partin av el-framleiðsluni hjá Føroyingum, meðan oljan støðugt hevur staðið fyri millum 23 og 34 prosent av framleiðsluni.