Føroyar skulu verða grønar.
Tað er visjónin hjá formanninum í Javnaðarflokkinum.
Hann staðfestir, at hækkandi oljuprísurin er ein stór avbjóðing fyri búskapin, og seta vit ikki tiltøk í verk beinanvegin, kann tað gerast ein tikkandi bumba undir samfelagnum.
- Innflutningurin av olju er tvífaldaður frá 2009 til 2012, so nú innflyta vit olju fyri 1,3 milliard krónur um árið.
- Hetta kemst ikki av, at vit brúka meira olju enn áður, men einans orsakað av príshækkingum.
- Sambært bæði OECD og IMF, fer oljuprísurin aftur at tvífaldast frá 2012 til 2020.
- Halda forsøgnirnar, so fara vit at innflyta olju fyri 2,6 milliardir longu um sjey ár.
- Gera vit einki skjótt, er vandi fyri at samfelagshjólini steðga fullkomiliga, tí keypiorkan hjá húsarhaldunum, vinnulívinum og tí almenna, verður uppetin í olju.
- Tað er peningur sum kundi verðið brúktur til íløgur í KT, nýggja tøkni og onnur samfelagslig framstig, fer bókstavliga upp í royk.
- Tí mugu vit fáa einar grønari Føroyar, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at Javnaðarflokkurin hevur sum mál, at øll hús, og allir bygningar, skulu hitast við vindorku.
- Hetta letur seg tøkniliga gera í dag, og tað er eisini eitt sindur bíligari at hita hús við vindorku enn við olju.
Heldur oljuprísurin fram at hækkað, er nógvur peningur at spara, leggur hann afturat.
- Ein slík verkætlan skapar nógv spennandi størv.
Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur spurt seg fyri og hann hevur fingið upplýst, at leggja vit um til vindorku, fer tað at skapa minst 200-300 nýggj arbeiðspláss í Føroyum.
- Og hugsi tykkum, hvussu góð lýsing, tað hevði verið fyri okkara útflutning, og Føroyar sum ferðamannaland, um vit kundi selt Føroyar sum reinasta og einasta land í heiminum, har øll hús og allir bygningar vera hitaði upp við reinari og grønari orku.
Myndin er av javnaðarfólki á landsfundi í gjár.










