Grønanes og Vesturtúgva hava fiskað 2600 tons higartil í ár

Grønanes og Vesturtúgva, sum samtrola, hava higartil í ár fiskað 2600 tons, meginparturin er upsi, teir hava gjørt 20 túrar. Í morgun komu teir inn at landa, Vesturtúgva landar í Havn og Grønanes landar í Vestmanna, teir hava um 230.000 pund, meginparturin er upsi, men eitt sindur av toski er eisini.

Teir byrjaðu túr 22. juni og hava alla tíðina roynt á Bill Bailys.

Grønanes og Vesturtúgva fara nýggjan túr í kvøld.