Fiskivinna
Hósdagin landaði trolarin, Grønanes, 100.000 pund í Vestmanna. Av veiðini var meginparturin ? ella eini 80.000 pund ? upsi. Ein stórur partur av restini var toskur.
Vesturbúgvin hevur eisini landað í Vestmanna. Teir høvdu eini 30.000 pund av upsa.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava annars verið í Skotlandi við hvíta fiskinum, sum teir løgdu upp í Scrabster.
Sum skilst, høvdu partrolararnir eini 250.000 pund tilsamans hendan túrin.
Keypt aðrastaðni
Á Fiskavirking í Vestmanna hava tey arbeitt hvønn dag hesa vikuna. Umframt upsan frá Grønanesi og Vesturbúgvanum, hevur virkið keypt upsa frá øðrum virkjum og frá P/F Beta í Saltangará.
- Nú fleiri trolarar hava lagt seg eftir at fiska tosk og hýsu, merkist hetta á rávørutilgongdini, siga tey í Vestmanna.
Á Fiskavirking í Vestmanna arbeiða tey bara upsa.










