Hóast Brandur Sandoy í lesarabrævi finst harðliga at skipanini við mvg-afturbering til teirra, sum keypa el-bilar, so fer hann kortini at taka undir við uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at leingja lógina um afturbering av mvg av el-bilum upp til 70.000 kr, sum annars fór úr gildi á nýggjárinum.
– Talan er um eitt samgonguuppskot, so eg fari sjálvandi at taka undir við tí. Men mær dámar ikki handan mátan at gera tað uppá, sigur hann.
– Eg haldi, at tað er skeivt at økja um nýtsluna av streymi. Tí tað førir bara til meira tungoljunýtslu á el-verkinum á Sundi. Eg haldi, at vit skulu heldur styrkja framleiðsluna, sigur hann.
Brandur Sandoy heldur, at um og tá framleiðslan av elektrisiteti er grøn, tá kunnu vit tosa um mátar at stimbra nýtsluna uppá.
Brandur Sandoy heldur eisini, at sundurskiljingin av netpartinum og framleiðslupartinum hjá SEV er grundleggjandi í hesum sambandi.
– Annars leingist mær eftir einum heilt øðrum kjaki í hesum sambandi, og tað er, hvussu vit eggja fólki til at bjálva húsini betur. Tað hevði minkað sera nógv um orkutørvin, um øll tey gomlu húsini vórðu bjálvað soleiðis, sum bjálvað verður í dag, sigur hann.
Brandur Sandoy heldur, at tá vit hava fingið grøna el-framleiðslu í Føroyum, so er einki í vegin fyri at gera skipanir, sum stimbra um streymnýtsluna.
Lesarabrævið hjá Brandi Sandoy kann lesast við at trýsta her