Grøna framtíðin í bláa havinum ? BlueGreenFuture

BlueGreenFuture er slóðbrótandi átak, sum ger tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa vinnuliga úrtøku úr skjótast vaksandi vinnuøkinum í alheims búskapinum, Cleantec Tíðindaskriv

Vit hava serligar fortreytir at verða við í fremstu røð á Cleantech økinum og verða við til at geva heiminum eitt íkast til at loysa veðurlagstrupulleikar. Vit hava fleiri fyritøkur, sum hava sera framkomnar Cleantech loysnir og kunnu gera seg galdandi á marknaðinum. Í vikuni hava vit m.a. sæð, at Dong ynskir at royndarkoyra el-bil í Føroyum, ið er eitt gott dømi um at vit kunnu bjóða Føroyar fram til at royndarkoyra nýggjar loysnir á Cleantech økinum. Eisini metir nýggj stór altjóða kanning okkum verða landið í heiminum við skilabestu stýring av fiskivinnutilfeinginum

Altjóða marknaðurin krevur umhvørvisvinarliga og burðardygga framleiðslu, og tí er Cleantech bæði umhvørvisliga og samfelagsliga rætta leiðin og ein stórur vinnuligur møguleiki, sum kann geva okkara búskapi fleiri bein at standa á.

BlueGreenFuture.com vendir sær beinleiðis til føroysku vinnuna við teim møguleikum, sum eru innan okkara grønu framtíð á bláa havinum. Endamálið er at samskipa og marknaðarføra føroyska tøkni og føroyskar loysnir innan Cleantech fram í móti COP15 í desember 2009 í Keypmannahavn og í framhald av hesum. Á henda hátt vilja vit skapa eitt netverk av veitarum, sum hava útflutning ogCleantech til felags og harvið lætta um at koma í samband við altjóða marknaðin. Nærri upplýsingar um BlueGreenFututre fáast við at venda sær til Andras Róin á telefon 210609 og tpost ar@bitland.fo.