Tórshavnar kommuna fer aftur í ár í umhvørvisvikuni 2013 at lata eina grøna virðisløn til ein stovn, virki, felag, bólk ella einstakling, sum hevur gjørt nakað serstakt fyri umhvørvi.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna, sum fegin vil hava fólk at koma við uppskotum til vinnara, sum hevur gjørt eitt ella fleiri serlig átøk fyri umhvørvi.
Skrivað eitt sindur um, hvønn tú innstillar, hví tú innstillar viðkomandi og hvønn kommunan kann venda sær til, um vit vilja hoyra nærri. Til ber eisini at innstilla seg sjálvan. Virðislønin á kr. 10.000 verður latin í umhvørvisvikuni, sum verður frá 6. til 12. mai 2013, skrivar Tórshavnar kommuna
Innstillingar skulu verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. mai 2013.
Til ber at melda til VIÐ AT TRÝSTA HER