Grón-uppsøgnin endar í rættinum

Rætturin skal at gera av, um bakarafyritøkan Grón skal gjalda einari kvinnu 143.000 krónur í barnsburarpengum, tí hon varð søgd úr starvi, eftir at hon var vorðin við barn -Sáttmálanevndin hevur annað sjónarmið enn Javnstøðunevndin, og tí verður málið roynt í rættinum, sigur Regin Nielsen, stjóri í Grón, við Kringvarpið.

Eftir javnstøðulógini skal arbeiðsgevarin prógva, hvussu ein uppsøgn fer fram, og Javnstøðunevndin heldur ikki, at Grón hevur prógvað, at onnur orsøk var til uppsøgnina av eini ungari kvinnu, enn at hon var við barn. Sáttmálanevndin, sum viðger ósemjur millum lærling og lærupláss, kom til ta niðurstøðu, at kvinnan ikki varð søgd úr starvi, tí hon var við barn, men av øðrum áðum.

Sáttmálanevndin bað Grón gjalda kvinnuni vanliga arbeiðaraløn fyri tíðina, sum hon var í starvi, og tað ætlaði Grón at gera, men tað vildi kvinnan ikki. Javnstøðunevndin, sum ikki var samd um málið, metir at kvinnan eigur at fáa 143.000 krónur í løn, tí hon varð søgd úr starvi.

Stjórin í Grón, Regin Nielsen, heldur, at arbeiðsgevarar nú fara at hugsa seg gjøllari um, áðrenn teir seta konufólk í starv.

Kelda: Kringvarpið