Grøn SEV-ráðstevna

SEV skipar í september fyri altjóða ráðstevnuni “100by2030” í Norðurlandahúsinum, har fleiri útlendskir fyrilestrarhaldarar eru við

Í heyst fer SEV at varpa ljós á grøna el-orku, nýbrot á elorku-økinum, visjónir og veðurlagsbroytingar á altjóða ráðstevnu, sum verður í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnan, sum ber enska heitið “100by2030”, verður týsdagin 27. og mikudagin 28. september, stutt undan at SEV fyllir 70 ár leygardagin 1. oktober.



Millum annað hevur SEV boðið fleiri av sínum útlendsku samstarvsfeløgum at halda fyrilestrar, eins og útlendingar sum heild hava møguleika at vera við á ráðstevnuni.



Enn er skráin ikki endalig, men millum teirra, ið verða við, eru umboð fyri týska vindmylluframleiðaran ENERCON og danski veðurlagsserfrøðingurin, Jesper Theilgaard, sum er kendur frá DR.


 

SEV vil fegið stuðla upp undir vitanardeiling innan grøna orku, tí nýbrot og nýhugsan eru ein alneyðugur hugburður at hava næstu 15 árini, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast.