Grøn orka í Miðlahúsinum

Mikukvøldið í komandi viku skipar Granskingarráðið fyri temakvøldið í Miðlahúsinum, har evnið er varandi orka Hetta kvøldið verður høvi at hoyra Knud Simonsen, havfrøðing á Fróðskaparsetri Føroya, sum heldur framløgu við heitinum Sjóvarfallið - ein varandi ótroytt orkukelda?. Framløgan er um eina verkætlan, sum SEV og Granskingarráðið hava stuðlað. Til ber at lesa meira um verkætlanina her.

Eisini fer Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, at halda framløgu um, hvørjar ætlanir SEV hevur við varandi orkukeldum. Harafturat hevur Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, framløgu, sum hon nevndir Varandi orka er minni Co2 útlát.

Endamálið við europeisku vikuni fyri varandi orku ella EU Sustainable Week er at eggja til samstarv um at menna møguleikar fyri varandi orku.