Grøn konsert

14. maj verður dagurin, har Grøn Konsert við millum annað Hanus G. Johansen og Jens Marna verður í Vágsbotni og í Perluni í Tórsgøtu.

 

 

Tórshavnar kommuna fyriskipaði hetta tiltakið fyri fyrstu ferð í fjør í samband við umhvørvisvikuni. Á konsertini vera nøvn sum Analog Norð og Guðrið Hansdóttir. Konsertin er ókeypis, og matstovur í býnum fara at halda til í umráðinum, so eisini ber til at keypa sær okkurt at eta.

Skráin er hendan:

 

18.00: Analog Norð (Útipallur)

18.40: Lyon (Perlan)

19.10: Vinnari av teknikappingini hjá Bókasavninum verður avdúkaður (Útipallur)

19.20: Guðrið Hansdóttir (Útipallur)

20.00: Marius (Perlan)

20.40: The Ghost (Útipallur)

21.20: Hanus G. Johansen (Perlan)

22.00: Annika Hoydal og garpar (Útipallur)

22.30: Vinnari av stuttfilmskappingini avdúkaður (Útipallur)

22.40: Jens Marni (Útipallur)