Verkætlanin fevnir um: At menna og byggja eina grøna og burðardygga fjarhitaskipan í Leirvík. Skipanin skal vera grundað á eldrivna sjóhitapumpu og hitagoymslu, og skal stýrast til at taka ímóti grønari yvirskotselorku.
Fyritøkan, sum vinnur útboðið, sleppur at gera sáttmála við Eysturkommunu - treytað av, at nóg góð uppskot koma inn.
- Í Føroyum er tørvur á at fáa meira ferð á skiftið frá olju til varandi orkukeldur. Við hesari verkætlanini fáa kommunalu bygningarnir, og vónandi eisini sethúsini í Leirvík, grøna upphiting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.
- Lokalar eldsálir í kommununi hava í fleiri ár kannað møguleikarnar fyri grønari upphiting í Leirvík. Eysturkommuna hevur tikið avgerð um at verða samstarvsfelagi í verkætlanini. Hetta merkir, at verkætlanin verður at gera í samráð við Eysturkommunu, og at Eysturkommuna skal íverkseta arbeiðið við at byggja grønu orkuloysnina.
– Vit í Eysturkommunu gleða okkum at fáa nógv góð tilboð og vænta, at arbeiðið kann byrja sum ætlað í 2021, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Umhvørvisstovan stendur vegna landsstýrið fyri verkætlanini. Orkudeildin har vísir á, at henda verkætlanin er við til at gera okkum meira effektiv og fjølbroytt í nýtsluni av grønari orku.
- Komandi árini byggja vit vindorkuna munandi út, og vit vita, at tað verður nógv avlopsorka ein stóran part av tíðini. Hetta er ein verkætlan, sum kann gagnnýta og goyma júst hesa orkuna, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Verkætlanin fær 4 milliónir krónur í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Eydnast alt væl, fer fjarhitaskipanin at virka um árskiftið í 2021/22.