Grøn almenn innkeyp – ein vinningur fyri umhvørvið og samfelagið

Vegna GPP-verkætlanina, Dorthea Thomsen, verkætlanarleiðari

-----

Land og kommunur keypa inn fyri hundraðtals milliónir á hvørjum ári. “Grøn almenn innkeyp” eru eitt ógvuliga sterkt marknaðaramboð til at leiða samfelagið ímóti burðardyggari nýtslu og framleiðslu. Men, hvussu fáa vit land og kommunur at hugsa grønt, tá tey keypa vørur og tænastur?

Tað er millum annað endamálið við verkætlanini “ Umhvørvisvinarligt innkeyp í norðurlendsku smásamfeløgunum”. Saman við Íslandi og Álandi luttaka Føroyar í hesi verkætlan um grøn almenn innkeyp, sum á enskum verður rópt Green public procurement (GPP) og er eitt altjóða hugtak. Endamálið er eisini at gera einfaldar vegleiðingar, sum lýsa forðingar og avbjóðingar í mun til at samskipa almenn grøn innkeyp.

Ger stóran mun
Á hvørjum ári keypir tað almenna vørur og tænastur fyri fleiri hundrað milliónir krónur. Í ES verður til dømis roknað við, at á leið 19% av BTÚ fer til almenn innkeyp.

Um tað almenna setir umhvørviskrøv, tá keypt verður, ber til at gera eitt stórt lop frameftir í mun til at verja umhvørvið. Tí tá ein slíkur stórnýtari leggur seg eftir at keypa vørur og tænastur, sum eru framleiddar burðardygt og umhvørvisvinarligt, eru veitararnir skjótir at fáa vørurnar til vega, og tað hevur stóra jaliga ávirkan á marknaðin.

Talan kann vera um alskyns vørur og tænastur. Eitt nú orkusparandi teldur og kt-útbúnað, bygningar og byggitilfar, bilar og ferðing, reingerðarevni, pappír, endurnýtsla av kontórmøblum og so frameftir.

Ein avbjóðing í sambandi við GPP er, at tað kann kosta nakað meira at byrja við, men í flestu førum loysa grønu innkeypini seg fíggjarliga í longdini. Eitt nú ber til at spara sera nógvan pening við at keypa orkusparandi útgerð og tilfar.

Nýta royndirnar hjá grannunum
Bæði ES og Norðurlond hava lagt ætlanir fyri, hvussu londini skulu leggja seg eftir at hugsa um umhvørvið tá tað almenna keypir inn. Og fleiri Norðurlond eru komin langt, tá tað snýr seg um at fáa sett miðvísar ætlanir í verk, sum eggja bæði myndugleikum og fyritøkum hugsa grønt.



Hesar royndir kunnu smásamfeløgini taka til sín, og tillaga egin viðurskifti.

Tørv á grønum innkeypspolitikki
Úrslitini frá verkætlanini kunnu nýtast til at gera meira miðvís átøk, fyri at fáa føroyskar almennar stovnar at seta GPP í verk.

Í mong ár hevur verið tosað um og arbeitt við at gera ein felags almennan innkeypsportal, har tað almenna kann keypa inn meira skipað, bíligari og betri. Tað er upplagt, at flætta krøv um umhvørvisdygd inn í hesa skipan.

Til tess at fáa sett eina grøna almenna innkeypsskipan í verk, er neyðugt við sterkum politiskum áhuga og vilja til at raðfesta hetta. Áland og Ísland, sum eisini eru við í verkætlanini, eru komin nakað longri enn Føroyar í mun til at samskipa almenn grøn innkeyp.

Føroysku luttakararnir
Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum fíggjar verkætlanina “ Umhvørvisvinarligt innkeyp í norðurlendsku smásamfeløgunum”.

Tey, sum vega Føroyar hava luttikið, eru umboð fyri Umhvørvisstovuna, Landsverk, Landsnet og Vinnumálaráðið. Atlanticon hevur staðið fyri leiðsluni.

Meira fæst at vita við at venda sær til GPP-verkætlanarleiðaran á tlf 211202.