Sigast kann, at Grímur er av góðum bergi brotin. Abbi hansara var tann kendi úrmælingurin Jógvan í Grótinum, sum var ein undangongumaður á fiskivinnuøkinum. Hann var millum annað slóðbrótari, tá ið talan var um frysting av agni fyrst í síðstu øld, og kom hetta at hava stóran týdning fyri útróðurin.
Teir vóru tríggir brøður, sum komu av Skipanesi. Hinir vóru Klávus og Christian. Tað er óneyðugt at siga, hvussu stóran týdning teir í Grótinum hava havt fyri okkara samfelag á fleiri økjum.
Pápi Grím var Frimodt, sonur Jógvan, og hann var ein kendur snillingurin til motorar. Mamman var Durid, f. Justesen, úr Norðdepli.
Tað var skjótt, at Grímur fór at hava hug til sjógvin. Hann plagdi sum smádrongur at seta sildagørn við abba sínum Jógvani á vágni í Klaksvík.
Grímur fór fyrsta túrin til skips í 1955 við Fuglberg. Skipari var tann kendi Poul ”á Fuglberg”. Hetta hevur uttan iva verið eitt gott skúlaskip.
Í 1956 fór hann við við skonnartini Liljuni, har Sigmund Heinesen var skipari. Veiðumynstrið var tað vanliga tá í tíðini. Fyrst á Suðurlandið við gørnum, síðan til Grønlands. Aftaná tað var farið á sild við gørnum, og so var róð út.
Grímur fór í 1959 at fáa sær útbúgving sum stýrimaður, sum tá kundi takast í Klaksvík.
Trolaraskipari uttan at hava verið við trolara
Han fór tá fyrst at sigla sum bestimaður, og hann sigldi í fleiri ár hjá Stellu reiðarínum. Fyrst var hann bestimaður við línubátinum Stellu Mariu. Fyrstu ferð, hann var skipari, var við frystilínuskipinum Stellu Karinu, sum veiddi hemara vestantil í Atlantshavinum. Grímur hevur enntá roynt uttanfyri New York!
Seinni fór Erling Laksafoss at fáa sær frystitrolarar. Grímur gjørdist skipari á Stellu Karinu, sum var eitt av okkara mest framkomnu skipum tá ið tíðini. Grímur hevði als ikki roynt við trolara fyrr. Hann hevði bert verið 14 dagar umborð á Vesturvón, so hann kundi síggja, hvussu ein trolari sá út! Men tað lá væl fyri.
Millum tveir túrir við Stellu Karinu fór Grímur til Havnar at taka skipsførararaprógv.
At læra lá eisini væl fyri. Tað verður sagt, at tá ið hann fór til Havnar á skúla, spurdi mammubeiggin Hans Jacob, kanska eitt sindur speiskliga: ”Ætlar tú til Havnar eftir kikaranum?” Hann hugsaði um eina av premiunum til bestu næmingarnar. Men hvussu var og ikki. Grímur kom heim aftur við kikaranum!
Grímur varð so skipari á Stellu Karinu, til hon varð selt av landinum fyrst í 70-unum.
Miðskeiðis í 70-unum letur Grímur saman við øðrum kraftblokkabátin Durid byggja. Hann var sjálvur skipari øll árini, inntil Durid var seld til Íslands í 1981. Grímur gjørdist so skipari á rækjutrolaranum Karinu hjá Trygva Laksafoss. Aftaná at hava havt nøkur góð ár síðan fyrst í 70-unum fór at sansa at við fiskirættindum hjá rækjuskipunum. Hetta var so eisini galdandi fyri Karinu. Trygvi spurdi tá Grím, um hann ikki hevði hug til at gera eina roynd við Svalbard, og Grímur játtaði. Teir fara norður um Svalbard. Her vóru tá bert nakrir fáir norðmenn. Tað vísti seg, at her var væl av rækjum, og tað var skjótt, at teir fingu uppí.
Hesar leiðir hava síðan tá verið eitt gott ískoyti hjá rækjuflotanum, sum síðani tá hevur fingið manga góða veiðu á hesum leiðum, tá ið roynandi er fyri ísi.
Frá 1983 til 1985 førdi Grímur ísfiskatrolaran Skoraberg hjá J.F. Kjølbro. Eisini hevur hann roynt við Senegal sum skipari á Sjúrði Tollakssyni, tá ið føroyingar høvdu eitt virki har niðri.
Sigast kann um Grím, at hann hevur roynt seg sum skipari á stórt sæð øllum veiðuhættum og øllum leiðum, har føroyingar hava roynt. Á teimum øllum hevur ligið heilt væl fyri hjá honum. Hetta sigur ikki so lítið um føðingardagsbarnið.
Grímur er kendur fyri at vera góður at vera saman við, so hógligur og sáttligur hann er. Manning hjá honum eldist eisini væl. Ein gamal fiskimaður hjá honum, Mourits av Kirkju, er blivin 100 ár! Teir vóru saman við Stellu Karinu.
Í 1985 legðist Grímur Rasmussen upp á land. Hann fór at fáast við aling. Her hevur hann eisini saman við synunum verið undangongumaður. Hann hevur arbeitt við øllum frá rognum til framleiðslu av liðugtvørum. Tað hevur gingið upp og niður við hesi vinnu. Beint nú gongur upp! Men her arbeiðir Grímur framvegis hvønn dag. Í so máta merkist einki til, at hann er komin ”støvets år!”
Grímur er giftur Klaru, f. Lervig, av Toftanesi í Leirvík. Tey eiga børnini Sylvin, giftur við Janu, Durid, gift við Jákup Paula og Frimodt giftur við Lindu. Abbabørnini eru 12.
Systkini hjá Grími eru Karin, Magdalena, Osla og Jógvan Júst.
Grímur brúkar nógva tíð saman við familjuni. Hann gongur javnan túrar í náttúruni, ofta saman við abbabørnunum. Hann hevur í nógv ár verið virkin í frítíðararbeiðinum í Betesda í Klaksvík.
Klara og Grímur eru so sjáldsama familjukær eisini uttan fyri síni nærmastu. Hetta merkja sjálvt børnini hjá systkinabørnum, og har er tað undirritaði kemur inn í myndina. Her hevur verið gott samband, har tey hava vitjað hvønn annan, tá ið høvi hevur verið til tess. Havi tí eisini sjálvur merkt hitan í teirra húsi. Her verður ein vissuliga hjartaliga væl móttikin.
Tey bæði eru veruliga eini hjún, sum hava verið ein dyggur stuðul undir føroyska samfelagnum bæði og og so.
Tí verður eisini ynskt teimum báðum hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum hjá Grími.
ó.