Gríma farin undir seinastu sýningar av Pietá

Sjónleikarabólkurin Gríma er nú farin undir at spæla tær seinastu sýningarnar av sjónleikinum Pietá á Tjóðpalli Føroya. Leikurin hevur fingið sera góða móttøku frá áskoðarunum og ummælarum.

Mikkjal Helmsdal skrivar m.a. í Sosialinum:

Í leikinum Pietá er eingin miskunn við høvuðspersóninum, karrierukvinnuni Riu, sum ein morgun vaknar á einum hotellkamari við einum deyðun manni undir liðini, og hvørs tilvera vit síðani í 90 intensivar, men fyndugar, við hvørt skelkandi og ofta skemtandi minnuttir, stigvíst fáa avdekkaða, til øll skølini at enda eru flust uttan av hesi, at síggja til, modernaðu og sterku kvinnuni. Bravo er eitt annað italskt orð. Og um eg í einum orði skal lýsa hvat skoðsmál leiksýningin Pietá hjá Grímu hevur uppiborðið, so er tað: Bravo! Frálíkur tekstur og framúrskarandi framførsla hjá Biritu Mohr, ið er einasti leikari á pallinum, sum talar.

Í Dimmalætting skrivar Beate Samuelsen m.a.

Óførur Grímuleikari. Tað er ikki lætt at skifta millum kenslur so ofta og so nógvar ferðir, sum Pietá krevur av sínum leikara. Men tað megnar Birita Mohr lætt og elegant. Tær fáu løtur við tøgn, eru ikki tigandi, tær eru fyltar við drama. Leikarin brúkar alt hon hevur, at vísa hvussu væl Ria dugir at snúgva sær gjøgnum lívið og hendingar. Eygnabrá, andlitsbrøgd, kropsrørslur, raddarnýtsla, ja alt verður brúkt.

Tað er danski rithøvundir Astrid Saalback sum hevur skrivað Pietá, hetta er ein modernaður sjónleikur, onkur vildi sagt at tað er ein modernað tragedia. Ein modernaður leikur um eitt modernað samfelag, í øllum førum um ein part av tí.

Pieta er spældur í øllum Norðurlondum.

Leikarar eru: Birita Mohr og Laurits í Króki ella Jákup Dahl

Egi Dam hevur leikstjórnað, Marianna Mørkøre pall og búna design, Árni Baldvinson ljósdesign og Gunnvá Zachariassen stendur fyri framleiðslu.

Seinastu sýningar verða komandi hóskvøld, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld allar dagar kl. 20