GRÍMA

Tað munnu vera øll sum fegnast um tað stóra arbeiði sum sjónleikarbólkurin GRÍMA leggur úr hondum og vit skulu vera sera takksom fyri hvussu bólkurin ríkar okkum við sínum framførslum. Far okkum at sveima út um molan og sum ger lív okkara meira vert.

Johan Mortensen

Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum


Vit skulu eisini fegnast um at ein úrmælingur sum Eyðun Johannesen, sum uttan iva hevur størri avbjóðingar í London, Berlin ella New York í boði er komin aftur á klettarnar. Hetta er idealisma við lýt. Tað er ótrúligt at lítla Havnin eigur ein sjónleikarhóp á altjóða støði. Latum okkum ikki gloyma hetta.

Tó er synd er at siga at Landsstýrið og Býráð hava verið líka idealistisk við at stuðla hesum fólkum. Hvussu leingi tíma hesi fólk at arbeiða undir umstøðum sum ikki eru nøktandi?

Hesi listarfólk skulu ikki sindra síni kreativu evni við at ganga biddaragongd hjá bureakratiskum ignorantum, men skulu hava tær neyðugu, attraktivu fíggjarumstøðurnar at virka undir.

Tjóðveldisflokkurin í komandi Býráði vil stuðla sjónleikinum, tað er sikkurt og vist.