Grýluveitsla í Badmintonhøllini


 

Leygarkvøldið verður stór grýluveitsla í Badmintonhøllini í Havn.

Ársins DJ 2001, Kári Annand Berg, fer at standa fyri tónleikinum, umframt at stórt multimediashow eisini verður sett upp.

Dansipallar verða settir upp, og hesir skulu nýtast til grýlukappingarnar, sum verða hetta kvøldið.

Valdar verða vakrasta, ljótasta, stuttligasta og mest ræðandi grýlan, og hesar fáa allar virðislønir.