Grýlur vitjaðu í miðlahúsinum

Mánadagin fingu vit í Miðlahúsinum á Vágsbotni vitjan av grýlum úr 2. b í Sankta Frans Skúla í Havn.

Í klassanum eru 17 næmingar. Tey møttu øll grýluklødd í morgun.

Eftir at tey høvdu dansað føroyskan dans, slógu tey tunnu. Kattakongur varð Heini Ronnason.

Síðan fingu næmingarnir kakao og bollar, sum skúlin og foreldrini høvdu skipað fyri. Tá fastalávintshaldið var liðugt, fóru tey ein túr í býin saman við flokslæraranum og stukku inn á gólvið í Miðlahúsinum. Tey flestu ætlaðu sær heim at sláa tunnu og ganga grýla í kvøld.