konsert
Leygarkvøldið tann 12 feb. verður eitt brak av einum tiltakið í Badmintonhøllini. Tá verður bæði konsert, DJ-show og grýlukapping.
PARADOX, Prixluttakarar sum onkur helt átti eitt sikkurt finalupláss, fara at spæla. Teir hava rættiliga prógvað, hvat ein góður tónleikabólkur anno 2005 er. Longu nú hava teir ein sera stóran fjepparaskarða rundanum seg, og tað sigst, at tveir stúgvandi fullir bussar komu úr Havn, bert fyri at lurtað eftir teimum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tann nógv umbiðni DJ-Switch hevur verið við til at seta nýggja dagsskrá í føroyum innan hetta yrki, at vera DJ. Hjá DJ-Switch ella Pæturi Magnussen sum hann vanliga eitur, er tað ikki bert ein spurningur um at leggja nakrar fløgur á, man skal eisini duga ?skratch? og miksa løgini saman. Við tí fær tónleikurin sostatt eitt persónligt og øðrvísi snið enn upprunaliga.
Elin í Stórustovu, eisini kend frá ZIP í ÚF, er ein av fremstu frásøgufólkunum vit hava í landinum, hon saman við DJ-Swicth fara at skipa fyri einari grýlu-kapping, har bestu grýlurnar fáa vinning.
Sum vant, so koyra bussar til og frá Badmintonhøllini í samband við tiltakið.










