Grýludansurin á Kambsdali fyri 10. ferð

TíÐindaskriv

 

Fyri tíggjundu ferð skipar dansifelagið Kom og Dansa fyri grýludansi.

Fyrireikarnir siga at teir hava roynt at gera tiltakið meir fjølbroyt enn vanlig dansitiltøk flest, og hevur nógv forvitnisligt verið á skránnið hesi árini, nevnast kann Mótashow- fleiri dansishow og Føroyskir Chippensdales bert fyri at nevna nøkur.

Eisini hevur høllin verið pyntað við ljósperum og ballónum hvørt ár.

Øll árini hevur dansurin verið í ítróttarhøllini á Kambsdali. Sigast kann at hetta er vorin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni ,men eru nógv eisini komin aðrastaðni frá, og mong av teimun hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Ein hevur týðuliga sæð at nógv av teimun hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær eina drakt.

Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, Hevur tað á hvørjun ári verið vinningar til bestu grýluna, og í ár er ætlanin at gera nakað serligt burturúr. Besta grýlan vinnur nemliga ein uttanlandsferð fyri 2 . Nr 2 fær 1000kr og 3 fær 500kr.

Nevnast kann at grýluklæðini skulu vera heimagjørd fyri at koma uppí part, tá dømast skal.Ikki tí, keypt grýluklæðir eru eisini meir enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein sum fer inn í ein handil og keypir sær ein drakt, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og hevur nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið.

Eitt annað sermerkt við grýludansinum er at tað er bólkurin Hjarnar sum hevur spælt til dansin øll tíggju árini, og aftur í ár verður tað teir sum spæla. Tað hevur eydnast sera væl hvørt ár, eitt nú dugir Karl Martin sera væl at seta lív í fjøldina.

Eisini hevur tað eydnast at fáa Eivør Pálsdóttir at luttaka í ár. Í pausunum verður eisini Diskotek

Og sodavatn og breyð verður at fáa undir dansinun.

Alt hetta stóra tiltakið verur á Kambsdali leygarkvøldið 24. februar