Sandur: Í kvøld verður grýludansur í Virkinum á Sandi, har Countrybólkurin úr Klaksvík spælir til dans. Vakrasta grýlan vinnur eitthvørt, men tað er tó eingin treyt, at fólk skulu verða grýluklødd.
Sunnukvøldið og mánakvøldið verður eisini dansur, tá spælir Bjørn Djurhuus Band til dans.
Fastur siður á Sandi er eisini, at Føstulávintskemt verður framført, og so verður eisini hesaferð. Tvær sýningar verða leygardagin og tríggjar sunnudagin.