Sunnudagin 15 mars kl 14.30 skipar skótaliðið Royndin fyri grækarismessuhaldi á minnisvarða økinum í Vági. Røðari verður Hans í Líðini vinnulívsmaður og yrkjari og eisini verður felagssangur við sangarum úr Ljómi.
Grækarismessan er 12. mars, men skótarnir halda hana fyrsta sunnudagindagin aftaná , so tað passar betur inn í frítíðina. Grækarismessa verður hildin fyri at heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið. Frá gamlari tíð er sagt at tjaldrið , tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu.
Tað var fuglavinurin Sverre Patursson, sum fyrstur helt fólkafund henda dag. Loysunarorð hansara var: latið smàfuglar og heiðafuglarnar hava frið.
Nú halda vit grækarismessu við skótaskrúðgongum og fólkafundi fleiri staðni í Føroyum sigur Royndin í tíðindaskrivi.