Sunnudagin klokkan 16 skipa grønu skótarnir í Vági og Kirkjukórið Ljómur fyri grækarismessuhaldi við minnisvarðan.
Grønu skótarnir hava í mong ár skipað fyri hesum haldinum saman við Ljómi, eins og skipað verður fyri flaggdagshaldinum.
Vanligt er, at Ljómur sett dám á haldið við sangi, eins og felagssangur er á skránni. Hóast vónir eru um gott veður, so er ilt at spáa um hetta, tí føroyska veðurlagið er skiftandi. Men um veðrið ikki verður eftir vild, so verður tiltakið innandura, nevniliga í Framtíðini. Í ár heldur Dagfinn Olsen grækarismessurøðuna.
Til Íslands
Grønu skótarnir í Vági eru eitt skótalið, ið stavar heilt afturi frá 1940. Liðið er triðelsta skótalið og triðstørsta lið í Føroyum. Hesum eru tey ikki sørt errin av, um hugsað verður um mótburðin, ið Vágur hevur verið fyri.
Skótarnir eru í fer við at savna sær pening til eina ferð til Íslands í summar. Skipað verður javnan fyri tombola og tann 30. mars verður marknaðardagur í Skótahúsinum. Har verður nýtt og gamalt at fáa, eins og kaffi, køkur, poppkorn og annað.
Skótamanningin, ið ætlar sær til Íslands, er hin sama, sum nakað her fyri gekk Suðuroynna úr enda í annan. Ætlanir eru um aðrar útferðir í næstum, t.d. til ymisk forkunnug støð nærhendis Sumba, so skjótt viðrar.