Grækarismessa
Saltangará: Mikudagin, 12. mars, skipar Runavíkar býráð fyri grækarismessuhaldi á torginum við býráðshúsini í Saltangará.
Røðari hendan dagin verður Harry Hansen, skúlatænari, á Toftum.
Skótarnir fara at seta sín dám á dagin við skrúgongu, og Nes sóknar Musikfelag fer at undirhalda við hornatónleiki.
Grækarismessuhaldið byrjar kl. 17.30.
Harry Hansen er ikki ókendur um hesar leiðir. Umframt at hava verið skúlatænari í mong ár, sæst hann javnan renna eftir vegunum, hóast hann ikki er nakar ársungi longur.
Harry er pápi Absalon Hansen, sum vann marathon-renningina á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989.
Sjálvur hevur Harry verið við í nógvum rennikappingum, og hóast árini, er hann lættari og orkar betri enn mangur ein unglingur.










