Grækarismessuhald í Fuglafirði

   

Sum undanfarin ár skipa skótarnir tann 12. mars, kl. 17 fyri Grækarismessuhaldi niðri á Bug í Fuglafirði. Skótarnir ganga skrúðgongu, Fuglafjarðar Hornorkestur spælir, og Petur Páll Mikkelsen, lærari, flytir fram røðu. Aftaná bjóða skótarnir til eina hugnaløtu í skótahúsunum, har teir borðreiða við feskari súpan og felagssangi.