Grækarismessan var hildin í Keypmannahavn

Seinnapartin Grækarismessudag var Grækarismessuhald í Føroya Húsinum í Keypmannahavn. Við sangi og røðum hátíðarhildu útisetar, at várið nærkast, alt meðan vøtnini í Keypmannahavn vóru so fryst, at fólk gekk og mól á teimum.

Sum vant vóru føroyskir útisetar komnir saman í Keypmannahavn at hátíðarhalda, at tjøldrini koma til Føroyar á Grækarismessu. Føroya Húsið bjóðaði køkur og kaffi. Vokal Kompagniet úr Dávidskirkjuni í Keypmannahavn var komið inn á gólvið at syngja nakrar sangir. Pætur við Keldu spældi klaver undir felagssanginum, og Niels Uni Dam blaðmaður á Sosialinum helt Grækarismessurøðuna.
 
Grækarismessuhaldið í Føroya Húsinum er eitt av afturvendandi tiltøkunum í húsinum. Tað plagar at vera hugnaligt og í ár var einki undantak. Kuldin í Keypmannahavn var bítandi, og várið tyktist ikki so nær, men alíkavæl var nakað av fólki savnað í húsunum á Vesterbrogade 17A.  Martin Fjallstein dagligur leiðari í Føroya Húsinum bjóðaði vælkomnum og segði nøkur orð um manglandi danska várið. Síðan var Føroya Fólks Sangbók tikin fram, og Pætur við Keldu spældi undir meðan felagssangurin ljómaði.
 
Føroya Húsið hevði biðið blaðmannin á Sosialinum Niels Una Dam, um at halda Grækarismessu røðuna. Niels Uni hevur áður verið stjóri í nú farnu føroysku útvarpsstøðini í Keypmannahavn, Nærvarpi Okkara. Í hesum starvið var Niels Uni virkin í útisetalívinum í Keypmananhavn, Tí var hann mettur at vera rætti maðurin at halda røðuna. Røðan hjá Niels Una er prentað her á síðuni.
 
Tá røðan var liðug, var aftur sungið úr Føroya Fólks Sangbók, áðrenn sangbólkurin Vokal Kompagniet kom á pallin, og sang nøkur løg. Vokal Kompagniet hoyrir til Dávids Kirkjuna í Keypmananhavn, og kórið ætlar sær í apríl til Føroyar at syngja millum annað saman við Suð í Havn, Fuglafirði og Klaksvík. Martin Fjallstein visti at siga frá, at Altartalvan og doypifonturin frá tíðini, tá núverandi Føroya Hús var ein kirkja, nú standa í júst Dávidskirkjuni.
 
Vokal Kompagniet syngur væl, og skráin var lívlig og fjøllbroytt. So føroyingar kunnu gleða seg til konsertirnar við hesum sangbólkinum. Aftan á teirra sang, bjóðaði Føroya Húsið ókeypis kaffi og køkur. Hugnin var fullkomin og fólk nýttu høvið at tosa saman um leyst og fast.