-Grágæsaveiðan í Føroyum er ikki burðardygg. Broytingaruppskotið, sum var lagt fram hevur bert eina broyting, og tað er at veiða skal verða loyvd í trý ár afturat, sigur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur í innleggi á bloggi sínum.
Í bloggi sínum skrivar hann, at hann heldur at skilabest hevði verið at kannað, hvørt lógarbroytingin hevur nátt sínum endamáli, um stovnurin er minkaður, nær hann er minkaður nóg mikið, og hvar tær tríggjar til seks milliónirnar, sum bóndir skulu eitast at missa árliga av grágæsini síggjast aftur.
Í veiðilógini, sum Búnaðarstovan hevur útskrivað, sæst at talan er um 28 loyvi, og 530 gæs eru fráboðaðar sum skotnar. Í miðal hevur hvørt loyvi skotið 19 gæs. Tó, so eru nøkur festi, har fleiri enn 50 gæs eru skotnar, og tvey har yvir 100 eru skotnar, sigur Sjúrður Hammer.
-Man nýtist ikki at verða professari fyri at síggja at 250 skotnar í einum øki sum telur áleið 400 grágæs er ov nógv, og man skuldi vænta at sæð ein mun av einum slíkum inntrivið, sigur hann.
Hann vísir eisini á í innlegginum, at hóast føroyingar eru veiðufólk, so má hetta gerast við viti og skili. Onki er sum tryggjar, at hann sum veiðir kennir eitt fuglaslag frá einum øðrum, og heldur ikki er krav sett til byrsur, sum skulu brúkast til at skjóta gæs, fyri at tryggja at slagkraftin er nóg stór til at drepa, og ikki bert særa fuglin.
-Um Búnaðarstovan veruliga meinti at tey hava ynski og førleika at gera slíka kanning av grágásastovninum, so átti tey at gjørt tað heldur enn bara siga at 530 gæs vóru skotnar seinastu 3 árini, sigur Sjúrður Hammer.
-Um vit skulu kunna kallað okkum eitt nøkunlunda siviliserað land, mátti tað verið onkur annar stovnur, sum hevði sum áhugamál at tryggja burðardygga veiðu av grágásini og øðrum fuglastovnum í Føroyum, leggur hann afturat.
Les bloggin hjá Sjúrði her