Gráa Gullið

Føroyum vantar arbeiðsmegi. Vit mugu hava útlendsk arbeiðsfólk higar til lands, er orðalagið. Ímeðan hava vit skipanir, sum beinleiðis forða føroyingum at sleppa til arbeiðis. Pensionistar og fólk við fyritíðarpensión liva undir skipanum, sum halda teimum vekk frá arbeiði

67 ár so heim

Nógvir almennir stovnar hava sum reglu, at á tínum 67 ára føðingardegi er uppsagnarbrævið í postkassanum. Hetta er burturvið. Hesin pensjónsaldur hevur sín uppruna í 1950-árunum, tá fólkapensjónin kom, og tá fólk blivu í meðal 67 ára gomul.

Eisini í kreppuni skortaðu arbeiðspláss, og 67-ára aldursmark loyvdi yngri fólki við familju og húsum at sleppa til arbeiðis.

Men alt hetta er nú broytt. Vit liva 10 ár longur í meðal, og mong hava heilsu og hug til at halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur.

Fólkaflokkurin hevur sum stavnhald, at fólk skulu hava rætt til pensión, tá tey gerast 67 ár, um tey ynskja tað. Men tey skulu hava rætt at arbeiða meir, um tey heldur velja tað.

Eisini skulu fólk hava rætt at arbeiða niðursetta tíð á eldri árum. Sjálvandi skulu fólk verða á arbeiðsmarknaðinum so leingi tey orka og vilja tað.

 

13 av hvørjum 100

Næsta forðingin fyri arbeiði eftir pensjónsaldur er mótrokning í pensión. Tá ein pensionistur hevur forvunnið gott kr. 54.000, verður viðbótin minkað.

Fyri hvørjar 100 kr, pensjónisturin forvinnur, verða 60 kr. trektar av pensiónini. Kommunuskatturin fer við um 20 krónum, alt eftir bústaði, og landsskatturin tekur at byrja við 7 krónur. Nú eru 13 krónur eftir til pensionistin sjálvan.

Hetta líkist ongum, heldur Fólkaflokkurin og má broytast.

Somuleiðis er støðan hjá teimum mongu við skerdum førleika, tvs fólki, ið móttaka fyritíðarpensión. Landstýrið hevur nú boðað frá, at ætlanin er at broyta mótrokningina í fyritíðarpensión soleiðis, at mótrokningin skal verða 45 kr. ístaðin fyri tær 60 kr.

Tað merkir, at fólk ístaðin fyri 13 kr, í framtíðini fáa 28 krónir av hvørjum 100 tey forvinna. Her skal framvegis ikki loysa seg at arbeiða.

 

Forða teimum tað ikki

Broytingin má verða størri, meinar Fólkaflokkurin, og hon skal eisini galda pensionistar.

Fólkaflokkurin hevur hug til at lækka mótrokningina í viðbótini og pensjónini úr verandi 60 kr. fyri hvønn tjentan 100 krónuseðil, heilt niður í 30 kr. Tað merkir, at vit á henda hátt fyri landskassans viðkomandi lækka "marginal"skattin úr 60 % niður í 30%.

Hjá øllum, sum hava førleika, skal tað loysa seg at arbeiða. Tað kostar pengar, sigur onkur. Nei, loysir tað seg at arbeiða, fáa vit peningin fleri ferðir innaftur í búskapin og í landskassan.

Hví skal samfelagið skýggja gráa gullið. Her eru nógvar og góðar kreftir, sum samfelagið hevur brúk fyri. Forða teimum tað ikki.

Jú fleiri, ið lyfta hvør sær, jú meiri lyfta vit saman.