GPS á minnisveik – umsorgan ella eftirlit?

Spurningur hevur verið frammi um, hvørt tað er loyvt at nýta GPS til minnisveik fólk, soleiðis at tey kunnu sporast aftur, um tey fara út og ikki finna heimaftur

Rannvá Sólheim, ráðgevi í Dátueftirlitinum

---------

 

Hóast fólk eru minnisveik, kunnu tey vera væl fyri fysiskt og tískil kann tað tykjast sera skerjandi fyri teirra persónliga frælsi, um tey ikki fáa møguleika fyri at fara út, ganga túrar, fara at keypa osv. Tað eru óivað fleiri, sum minnast ta donsku sjónvarpsrøðina “Sommer”, tá ið minnisveiki læknin, Christian Sommer bleiv burtur, og fólk í hópatali gingu runt í skógini og leitaðu eftir honum.

 

Við at seta ein GPS´ara á minnisveik fólk, so fáa tey fríheitina aftur, tí at tey altíð kunnu sporast aftur við GPS-skipanini!

 

MEN spurningurin er, um hetta er gongda leiðin?

 

Hvør skal taka avgerðina?

Í Føroyum eru enn ongar serreglur um nýtslu av GPS´arum. Tá talan er um elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum, sum tað er í hesum føri, og ongar serreglur eru, so fellur hetta økið undir persónsupplýsingarlógina.

 

Persónsupplýsingarlógin er mest at skilja sum ein rammulóg og kann tískil brúkast til alla viðgerð av persónsupplýsingum. Av somu orsøk, er ikki lagt upp fyri serligum viðurskiftum á ymiskum serøkjum, sum t.d. tá talan er um nýtslu av GPS á minnisveikum.

 

Sambært persónsupplýsingarlógini skal gerast ein meting av, hvørt áhugamálini hjá avvarðandi ella bústovnum fyri at nýta GPS viga tyngri enn fyrilitini fyri tí minnisveika. Avgerðin kann eftirmetast av Dátueftirlitinum í síðsta enda.

 

Hetta er ein torfør uppgáva at meta um, tí at tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar, sum stinga seg upp - spurningar sum fakfólk eiga at taka støðu til, t.d:

• Í hvørjum føri skal GPS nýtast?

• Hvussu minnisveik skulu fólkini vera?

• Skulu felags mannagongdir gerast fyri alt landið?

• Hvør skal taka avgerðina, um persónurin sjálvur ikki er førur fyri at gera tað?

• Kunnu avvarðandi samtykkja?

• Skal ein læknalig meting gerast í hvørjum einstøkum føri?

• Hvør kann fáa atgongd til upplýsingarnar frá GPS´aranum?

 

Serligar reglur

Í Danmark er tað serliga tann sokallaða “Serviceloven”, sum regulerar hetta økið. Um so er, at tann minnisveiki ikki sjálvur er førur fyri at geva eitt samtykki, kunnu sosialir myndugleikar í ávísum føri geva loyvi til, at GPS kann nýtast í eitt avmarkað tíðarskeið. Í Servicelógini eru tó sera strong krøv til, nær sosialir myndugleikar kunnu geva loyvi, t.d. skal tað prógvast, at tað er ein vandi fyri, at persónurin setir seg sjálvan ella onnur í vanda, um viðkomandi fer frá húsum. Harafturat er tað eitt krav, at tað skal vera alneyðugt at nýta GPS´ara. Støðugt at kunna yvirváka, hvar ein persónur er, verður mett at vera sera skerjandi fyri persónliga frælsið, so tískil skal nýtsla av GPS vera síðsti útvegur.

 

At nýta GPS var eitt av evnunum, sum var tikið upp á norðurlendskum dátueftirlitsfundi, sum var í Føroyum fyrst í juni mánaða. Á fundinum kom fram, at summi norðurlond høvdu serreglur á hesum øki, meðan onnur ikki høvdu. Semja var um, at hetta økið átti at verið regulerað í serlóg, tí at ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini eru ikki ætlaðar til at regulera eitt slíkt serøki.

 

Samanumtikið

Sum nevnt omanfyri, er tað ein trupulleiki, at reglur vanta á hesum øki, og er hetta eitt mál, landsins politikarar áttu at tikið upp.

 

Tó hevði tað verið áhugavert at fingið kjak um hetta evnið, hvørt tað er rætt at loysa ansingar- og umsorganaruppgávur við GPS, og um slíkt eftirlit er valdsnýtsla ella møguliga tvørturímóti ein liður í umsorganini?