Á Reykjanesi í Íslandi er aftur farið at goysa fyri aðru ferð í ár.
Tað skrivar íslendska kringvarpið RUV.
Ársins fyrsta eldgos byrjaði 14. januar og vardi í einar tveir dagar. Flótandi lava kom til útjaðaran av Grindavík, hvørs 4.000 íbúgvar vóru fluttir burtur.
Um gosið í dag fær týdning fyri Grindavík og fólki tess, er ikki heilt greitt enn, skrivar Reuters.
Kristín Jónsdóttir, sum er jarðfrøðingur á íslendsku veðurstovuni, sigur við RUV, at eldgosið goysir gjøgnum eina rivu í sama økið, har eitt eldgos var í desember í fjør.
– Tað goysir við Sundhnúk og eystan fyri Sýlingarfell, men longri frá Grindavík, sigur hon við kringvarpið og sigur tað vera »heppið«.
– Tíbetur er eldgosið norðan fyri Grindavík og burtur frá samferðslu.
RUV skrivar, at alt virksemi við vælumtókta ferðamálið í grannalagnum, Bláa Lónið, er steðgað, eins og fólk á gistingarhúsum í økinum eru flutt burtur.
Tað fór at gosa umleiða klokkan 06.06 í morgun.
Í stroyming hjá íslendska sjónvarpinum, RUV, sum eisini sæst á televarpinum, sæs gløðandi lava koma úr rivuni, sum er einar tríggjar kilometrar til longdar.
Tað er sætta eldgos á Reykjanesi síðani 2021.
Ístand eru á Miðatlantiska Rygginum, ein riva á havbotninum, sum skilir sundur evrasisku tektonisku plátuna og tað norðuramerikonsku tektonisku plátuna.
Til mars 2021 hevði ikki verið eldgos á Reykjanesi í 800 ár.
Nýtt eldgos var í 2022 eins og í desember í 2023. Tað hevur fingið serfrøðingar í eldgosum at siga, at tað kanska er byrjanin til eitt nýtt týðarskeið við eldgosvirksemiu í økinum.
/ritzau/











