Eftir at Norrøna var komin gjáramorgunin, fekk løgreglan eini boð frá Taks um, at okkurt illgrunavert var við einum persóni, sum var komin við skipinum.
- Hetta var ein maður, føroyingur miðskeiðis í 20-unum. Illgrunin gjørdi, at vit tóku okkum av at fáa hann út í skannaran á Landssjúkrahúsinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í skannaranum sóu tey, at maðurin hevði onkrar klumpar í baktarminum.
- Hann varð tikin við her á støðina og hevur ligið her í nátt. Nú er alt komið út, og hetta fær viðkomandi eina bót fyri.
Løgreglan sigur, at tá avhoyringarnar av manninum er lidnar, og bótin er avgreidd, verður hann latin leysur aftur.
- Talan var um eini 30 til 40 gram av hassji, og nøgdin ger, at hetta verður avgreitt við einari bót, legði vaktleiðarin aftrat.