Goym nýggjasta Vikublaðið

Lesarar av Vikublaðnum hava nú møguleikan at vinna fleiri ferðir til Íslands

Komandi mánadag fer Vikublaðið undir nýggja lesarakapping, sum kemur at koyra í fýra vikur. Hesar fýra vikurnar fara ikki færri enn átta lesarar av Vikublaðnum at vinna eina ferð til Íslands við uppihaldi.

 

Kappingin, ið nevnist Gylta Vikukvissin, byrjar mánadagin, men fyri at verða við í kappingini er umráðandi at goyma nýggjastu útgávuna av Vikublaðnum, tí kappingin er skipað á tann hátt, at lesarar skulu sms'a svarini til tríggjar spurningar inn, um teir skulu vera við. Spurningar kunnu bert svarast, um man hevur seinastu útgávuna av Vikublaðnum liggjandi, tí tað skal brúkast til at finna svarini.

 

Umframt mongu ferðirnar til Íslands verða eisini fleiri hundrað gávukort burturlutað millum lesararnar.