Goyggjandi hundar

Nógvar klagur hava verið um leysgangandi hundar, og er hetta ein afturvendandi trupulleiki, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Men hetta vikuskiftið hava tað ikki verið so nógvir leysir hundar kortini. Men fólk hava ringt inn og klagað um, at hundar goyggja og ýla tíðliga um morgnarar. Nakað, sum er til miklan ampa fyri fleiri.
Løgreglan var fleiri ferðir úti hjá fólki í vikuskiftinum og bað tey um at fáa hundarnar at tiga ella at taka teir inn.
? Tað fær øði í fólk, at hundagoyggj og annað órógvar tey fyrrapartar sunnudag, og tað er somuleiðis brot á viðtøkurnar, sigur vakthavandi.