Gourmet í Dímun

15 útlendskir kokkar og matjournalistar vóru í gjár á sjarmutúri í Stóru Dímun, sum vísti seg frá síni bestu síðu í góðveðrinum.

Eftir at hava sæð oynna varð bjóðað til borðs við føroyskum viðskera.

Í dag vitjar ferðalagið millum annað fyritøkuna Hiddenfjord og í Tindhólmi.

Í morgin verður millum annað farið ein túr við Norðlýsinum, og týsdagin er tiltak í Østrøm í Havn, har føroyskar rávørur í gourmetmati verða á breddanum.

Tað er fyritøkan Solea, sum hevur staðið fyri at fáa útlendingarnar hendavegin, og endamálið við túrinum er at varpa ljós á føroyska rávøru og gourmetmat sum eina orsøk hjá útlendingum at ferðast hendavegin.