Gott vikuskifti sunnanfjørðs

Í gjár vunnu VB/Sumba og B71 heimasigrar á teimum næstbestu hjá ávikavíst NSÍ og B68. Og í dag syrgdi TB fyri trivaligum heimasigri á MB fyri, at kappingin um at flyta upp í Vodafondeildina fer at standa millum hesi trý feløgini ? VB/Sumba, B71 og TB.

Á Sevmýri legði MB seinnapartin rygg til 5-0 tap. Støðan í hálvleikinum var 3-0. Málskjúttar hjá TB vóru Josef Bassene, Petur Mortensen, Aron Sørensen, Dan Mortensen og Gilli Sørensen.

Meðan tað ikki verður spælt í bestu deildini næsta vikuskifti, so verður 22. umfar í 1. deild longu leygardagin. Tá fer VB/Sumba at fáa vitjan av B71. Um tað fer at eydnast heimaliðnum at vinna, so verða møguleikarnir fyri uppflyting ógvuliga góðir. Hjá TB verður avbjóðingin ivaleyst stór, tá ið tvøramenn skulu spæla í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Talan var bara um heimasigrar í 21. umfari. Við 4-0 sigri á FC Hoyvík syrgdi Víkingur næstan fyri, at plássið í næstbestu deildini varð tryggjað. Skála vann 2-1 ímóti HB. Tað sær framvegis svart út hjá Skála, men tað er ivaleyst ov tíðliga heilt at avskriva skálamenn.

 

21. umfar

VB/Sumba-NSÍ 4-0

Víkingur-FC Hoyvík

B71-B68 3-1

Skála-HB 2-1

TB-MB 5-0

 

Støðan

VB/Sumba 43

B71 og TB 38

HB 35

B68, NSÍ og FC Hoyvík 28

Víkingur 27

Skála 22

MB 8

 

22. umfar

6. september

Skála-MB

VB/Sumba-B71

NSÍ-Víkingur

HB-TB

B68-FC Hoyvík