Gott við góðveðri á summarfestivalinum

(Ljóðprát frá Rás2) Hoyr prátið Annika Kunoy Im gjørdi við Erik Biskopstø frá summarfestivalinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Annika Kunoy Im gjørdi við Erik Biskopstø, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri summarfestivalin norðuri í Klaksvík.

 

Erik viðgongur, at tað hava verið nakrir strævnir dagar undan byrjanini hjá summarfestivalinum við vánaligum veðri. Men nú stundin er komin til handa at skjóta festivalin í gongd er hann lættur um hjartað, og glaður fyri góða veðrið, sum er nú. Erik og hinir fyrireikararnir kunnu enn einaferð fegnast um eina góða undirtøku fyri summarfestivalinum.