Gott við ættarliðsskifti

Johan Nielsen tekur fegin móti avbjóðingini, sum nú kemur frá einum nýggjum ættarliði av føroyskum fótbóltsvenjarum

Fótbóltur

 

Hann tóktist ikki hava givið tí gætur. Men spurdur, hvat hann sigur til støðuna, nú tað bert eru føroyskir avbjóðarar til komandi Formula-kappingina, sigur Johan Nielsen, at tað heldur hann bara vera gott.

- Eg haldi tað vera gott fyri føroyskan fótbólt, at eitt ættarliðsskifti tykist vera ávegis. Kanska hava vit í ov stóran mun dúva upp á útlendskar fenjarar gjøgnum fleiri ár. Ikki tí. Tað hava nú eisini verið ár, har vit hava verið nógvir føroyingar, men generelt haldi eg, at feløgini kanska hava satsað ov nógv upp á tað útlendska.

- Tað vildi so ikki verið nakar, sum hevði funnið upp á at leitað uttanlands eftir einum skipara til føroyskt fiskiskip, so eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki eisini skulu brúka okkara egnu venjarar.

 

Ov lítið álit

At tað bert er Johan sjálvur, sum framvegis er í fremstu røð av teimum eldru venjarunum, gevur eisini ábendingar um, at føroyskir venjarar ikki halda serliga leingi í yrkinum. Og sjálvur heldur Johan, at hetta kann tulkast sum vantandi álit frá føroysku feløgunum.

- Tey velja í fleiri førum heldur at satsa upp eina útlendska loysn. Og eg haldi ikki, at hon altíð er tann rætta. Og tí er tað kanska ikki heilt rættvíst, tá álitið á føroysku venjarunum er somikið lítið. Við krøvunum, sum nú verða sett, so hava føroysku venjararnir eina sera góða útbúgving. Men fáa teir ikki neyðugu royndirnar, er trupult at hava nakað at vísa á, heldur hann.

 

Ringt at peika avloysaran

Tað verður helst trupult hjá nøkrum venjara at taka dystin upp við Johan, um tosast skal um tal av heiðursmerkjum. Og sjálvur vil hann illa seta navn á, tá vit spyrja hann, hvørt hann roknar við, at nakar av teimum higar til sjey kappingarneytunum verður ein venjari, sum vit koma at síggja heilt nógv til komandi árini.

- Tað verður óluksáliga trupult. Kanska fyrst og fremst, tí vit venjarar ikki síggja so nógv til tað arbeiði, sum vit hvør í sínum lagi gera. Men ein maður sum Sigfríður hevur longu verið nógv at sæð til. Og tað verður tað kanska eisini komandi árini.