Gott við kunning um royking

- Tað er altíð gott at fáa kunning um vandarnar við royking, sigur Jón Magnusson úr Haraldsundi.

Jón gongur í 9 A í Ósáskúlanum, og í morgin verður serstakt tiltak fyri skúlarnar í býnum.
Tá fara nevniliga næmingarnir í 6. til 9. flokk at luttaka í ársins átaki ímóti royking í hølunum hjá KFUM&K í Klaksvík.
At hava slíkt tiltak heldur Jón vera í fínasta lagi:
- Í mínum flokki roykja 8 av 22 næmingum. Kanska fleiri fara at hugsa um vandan við royking, tá tiltakið er liðugt, sigur hann við Sosialin.
Spurningurin er so, um talið av roykjarum í hansara flokki fer at minka eftir átakið í morgin.
- Tað er so altíð gott at verða kunnaður um, hvat royking er, slær hann fast.
Við átakið í morgin er ætlanin at gera nógv burtur úr. Við ymiskum framløgum er ætlanin at eggja næmingunum til at steðga roykingini.
Á skránni er millum annað ein heilsan frá sjálvum løgmanni, Jóannes Eidesgaard sum hevur verið roykfríur í eitt ár.
Møguleiki verður eisini at luttaka í fjøltalvi ímóti ársins ítróttarmanni, telvaranum Helga Dam Ziska, eins og vísusangarin Hanus G. Johansen fer at syngja.