Gott við eigaraskifti

Ølsmakking

Turid Samró, fyrrverandi eigari av Café Natúr, var eisini og royndi nýggja ølið hjá Restorff í gjár, og helt hon, at tað var heilt vist kappingarført við hitt føroyska ølið á marknaðinum.
? Tað smakkar væl, sigur Turid Samró. ? Men sigast má, at seinastu árini hevur Restorff sovið í tímanum, og tí er gott, at bryggjaríið hevur fingið nýggjar kreftir.
Ikki einaferð tey tíggju árini Turid Samró var í Café Natúr, var ein sølumaður frá Restorff og bjóðaði henni at keypa øl frá teimum. Turid sigur, at um ein sølumaður hevði komið á dyrnar, so hevði hon heilt vist umhugsað at selt øl frá Restorff. Turid sigur tó eisini, at hetta nýggja ølið er ógvuliga spennandi, og hetta ger eisini, at tú fert at vænta meira av Restorff.
? Nýggju eigararnir eru knasandi dugnaligir, og teir hava heilt vist ætlanir um at gera Restorff til nakað heilt serligt.