Gott verjuspæl, men málini mangla

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Skála-málverjin helt nullið, men ásannar, at málskjótingin fattast hjá Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd á Rás2 við málverjan hjá Skála, Andras Gango, sum saman við liðfeløgunum spældi javnleik 0-0 ímóti hinum uppflytarunum, B68 á Skála í dag.

 

Andras Gango er glaður fyri verjupartin, har nullið var hildið. Hann heldur, at teir í Skála løgdu eitt gott avrik fyri dagin, men enn fattast liðnum at skjóta fleiri mál. Higartil er bert eydnast Skála at skjóta tvey mál í seks dystum.

 

Andras Gango krediterar eisini starvsfelaganum í B68-málinum, Ragnari Lindholm fyri eitt gott avrik í dag.

 

Hóskvøldið vitjar Andras Gango á gamlar leiðir í Fuglafirði, og hann trýr fult og fast uppá, at Skála aftur kann vinna stig í tí dystinum.