Danska verðurstovan roknar við hamuliga góðum veðri um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi og turt mesta av tíðini. Sólin kagar bert fram í stuttum løtum.
DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av eystri ella landnyðringi. Samdrigið og turt, út á dagin møguliga onkrir sólglottar. Hitin millum 11 og 16 stig. Í nátt 3-8 m/s av útnyrðingi. Samdrigið og til tíðir regn ella sirm. Hitin millum 8 og 12 stig.
Sunnudagin verða 3-8 m/s av norði og útnyðringi. Samdrigið og í løtum sirm. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina millum 8 og 12 stig.